Nýggja kirkjan á Glyvrum elvir til kjak

Hendan nýggja kirkjan á Glyvrum fær ikki nógva undirtøkur frá Facebook kjakarum.

Nýggja kirkjan, sum skal byggjast á Glyvrum, elvir til kjak á sosialu miðlunum. Tí í sambandi við, at kommunan broytti byggisamtyktina so at kirkjan kann byggjast á staðnum, eru kjakarar farnir at seta spurnartekin við hesa kirkju. 

 

Summi halda, at upprunaliga tekningin av kirkjuni, sum sæst á heimasíðuni hjá arkitektunum er vøkur og hugnalig. Men á myndini, sum kommunan hevur lagt út, sær hon meira út sum eitt virkið, halda fleiri kjakarar. Kjakast verður á Facebook síðuni hjá Runavíkar Kommunu, umframt aðrastaðni við. 

 

 

Millum annað hetta skriva kjakarar á Facebook: 

 

 

"Um hettar verđur kalla ein kirkja so sigi eg bara " vor herre bevares " .
Stór skom at byggja eina Kirkju sum lìkjist einum industribygningi.. "

 

"Áðrenn eg las tekstin, helt eg hattar var okkurt við egningarskúrðar at gera"


"Líkist meira einum krematorium"

 

 

Tað var á býráðsfundi fríggjadagin, at Runavíkar kommuna samtykti at broyta byggisamtyktina so, at hendan kirkjan kann byggjast á Glyvrum. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018.

 

 

Sí myndirnar ávikavist av heimasíðuni hjá arkitektinum sna.fo og myndina frá heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu undir greinini her.