Nýggja kirkjan á Argjum

Borgarafundur á Argjum vísti, at Kirkjuráðið ikki vil hoyra mótmæli um nýggju kirkjuna við Sandá. Og býráðslimur sær tað sum ein veikleika at lurta eftir borgarunum.

Mikudagin í farnu viku hevði kirkjuráðið kallað inn til ein sokallaðan borgarafund á Argjum um bygging av nýggjari kirkju við Sandá.
Orsøkin til fundin var helst tann, at býráðið á fundi 24. juni 2010 ikki hevði samtykt uppskotið um byggiloyvi til nýggja kirkju við Sandá, men hevði í staðin samtykt at lata tað fara aftur til nýggja viðgerð í byggi- og býarskipanarnevndini.
Støðutakanin hjá býráðnum komst av, at mótmæli vóru komin til býráðið við tilsamans 245 undirskriftum móti bygging á (higartil) friðaða økinum við Sandá. Leggjast skal aftrat, at flestu mótmæli vórðu savnaði ein leygardag fyrrapart við Sandá.
Víst verður á í grundgevingunum fyri mótmælini, at talan er um sera náttúruvakurt øki, sum eigur at varðveitast, sum eitt stað av nærum óspiltari náttúru mitt í býnum.
Eisini verður víst á, at sambært útstykkingarætlanini fyri Müllerstrøð á Argjum skuldi økið millum Sandá og Støðlagøtu vera fríøki.
At mótmælistiltakið fekk stóra undirtøku er helst, tí fólk mótmæla bygging á friðaðum øki fram við einum av stóru áum í Tórshavnar kommunu, og vilja í staðin nýta økið óspilt til ymiskt frítíðarítriv.

Leiðslan í Tórshavnar Býráð var væl umboðað á fundinum, men tók annars ikki orðið.

Borgarafundurin 12. januar 2011
Áðrenn fundin hevði formaðurin í kirkjuráðnum Bjartur Dalsgarð gjøgnum útvarpið boðað frá, at mótmælini móti kirkjubyggingini ikki fóru at verða viðgjørd á fundinum. Við øðrum orðum, tey, sum ikki vóru samd í, at kirkja skuldi byggjast við Sandá, skuldu bert halda seg burtur frá fundinum.
Sami Bjartur Dalsgarð hevði orðið meginpartin av fundinum. Hann greiddi frá, hví neyðugt var at byggja nýggja kirkju á Argjum. Tað var ikki tí at plásstrot var í verandi kirkju á Argjum. Nei, trupulleikin var tann, at verandi kirkja ikki var nóg tignarlig - helst sammett við grannakirkjurnar í økinum.
Millum onnur hevði Kári á Rógvi eitt frálíkt innlegg um kirkju og kirkjunýtslu í breiðari meining, og tað innleggið var ikki fyri at byggja við Sandá. Hann hevði uppskot um aðrar loysnir, t.d. at nýta verandi skúlaøki til kirkju. Hetta økið verður jú tømt, nú skúlin helst eftir summarfrítíðina flytir niðan á Hamaran. Hetta varð als ikki viðgjørt á fundinum, og verður als ikki nevnt í blaðsamrøðuni í Sosialinum 14, januar 2011 frá fundinum.
Hesa samrøðu hevði Sosialurin við Bjarta Dalsgarð, sum segði, at yvirhøvur tóku fólk undir við ætlanini á fundinum. Hetta er torført at ásanna, tí av teimum, sum tóku orðið, var eingin, sum beinleiðis mælti til, at kirkja skal byggjast við Sandá. Heldur tvørturímóti.
Fólk høvdu lyndi til á fundinum at fílast á, at tað ikki framgekk av økisyvirlitinum, sum varð víst á fundinum, hvar og hvussu stórt øki skuldi leggjast undir asfalt til tess at nøkta tørvin á parkeringsplássum við nýggju kirkjuna. Hetta var eingin, hvørki frá uppskotsstillarunum ella býráðsumsitingini, førur fyri at lýsa til fulnar. Hetta var kanska eisini ætlað at skula vera loyniligt?
Bjartur Dalsgarð sigur í greinini í Sosialinum, at kirkjuráðið hevur einki størri ynski enn at koma á tal við tey, ið hava mótmælt, men samstundis hóttir hann við at leggja frá sær, um ætlanin ikki verður framd. Hetta er torført at skilja.

Politikarin yvir borgarunum
Samrøðan í Sosialinum við Jan Christiansen er skelkandi. Hann sigur, at tað er ótrygt at vera borgari í Havn, tí býráðslimir eru ov veikir, Tað vil siga, at koma býráðslimir til aðra niðurstøðu, eru teir ov veikir. Sambært honum er tað eitt veikleikatekin fyri fólkaræðið at koma til eina aðra niðurstøðu, tá okkurt nýtt kemur fram í einum máli. Við øðrum orðum hevur tann almenna meiningin ongan týdning fyri støðutakanini hjá Jan Christiansen. Sannleikin er, at borgarar hava onki høvi havt at siga hugsan sína. Upplýst var á fundinum, at kirkjuráðið hevur arbeitt við ætlanini í fleiri ár. Men hetta er hent uttan nakra almenna kunning. Soleiðis er kirkjuráðsval stutt síðani hildið uttan at upplýst var fyri fólki, at nýggj kirkja var í umbúna, uttan at kjakast var um tørv og staðseting.

Bjóðið til fundar!
Tey mótmælandi fara hervið at heita á friðingarmyndugleikar, býráð og aðrar um at bjóða sær til fundar og at fáa høvi at ummæla málið, samsvarandi fyristingarlógini, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Hetta málið sýnir til fulnar, hvussu týðandi tað er, at mál verða upplýst áðrenn støðutakan, heldur enn at verða kunnaði aftaná støðutakan.
Argir 19. Januar 2011
Vegna áhugabólkin fyri bjarging av Sandá