- Vit eiga ein so vakran tjóðsang, men eg haldi tað vera spell, at tað er eitt danskt symfoniorkestur sum vit hoyra, hvørja ferð hann verður spældur í kringvarpinum, sigur Jógvan við Keldu (myndin) í eini viðmerking, hann hevur sent miðlunum.
Hann harmast tó um, at vit ikki eiga eina føroyskt innspælda upptøku av vakra tjóðsangi okkara. Hon, ið verður nú brúkt er eini 50 ára gomul.
- Vit eiga í dag eitt vala symfoniorkestur við kóri, dugnaligar arrangørar bæði til løg og verk, sigur tónleikaáhugaði klaksvíkingurin.
Hann kemur tí við fleiri uppskotum í hesum sambandi til tey sum hava tónlistaútbúgvingina og evni: Gerið eina pompøsa, stórslignað útseting av okkara vakra tjóðsangi.
Gerið ein flotta og stórsligna serstaka innspæling við Føroya symfoniorkestri.
Gerið eisini ein serstaka innspæling við symfoniorkestrinum og útmerkaða stóra kórinum við serligum arrangementi.
- Og latið okkum so fáa hetta skjaldramerkið út í heimin, ynskir Jógvan við Keldu.
Hann hevur eisini lagt til merkis, at symfoniorkestrinum tørvar pening.
- Gev teimum hetta verkevni og latið teimum eina rúmliga peningaupphædd fyri tað. Hesin peningur er væl útgivin, sigur altso Jógvan við Keldu.