– Nú er klárt at taka ímóti gestum á nýggja, altjóða hotellinum í Havn, Hilton Garden Inn Faroe Islands. Hotellið letur upp í dag, hósdagin 22. oktober 2020, kl. 12.00.
Soleiðis skrivar Hotel Hilton í tíðindaskrivi í morgun:
» – Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tilgongd, og eg eri sera errin av at fáa eitt Hilton hotell í Føroyum. Nú gleða vit okkum at lata upp á middegi fyri gestum bæði til gisting, á matstovuni, til veitslur og til fundir og ráðstevnur, sigur Martin Restorff, hotellstjóri.
Í fyrsta umfari verður ongin almenn móttøka orsakað av koronu, men móttøkan verður sett á skrá, so skjótt umstøðurnar loyva tí.
Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffi og te hentleikar v.m.
##med2##
Góðar veitslu-, fundar- og ráðstevnuumstøður eru á hotellinum, sum hevur trý stór fundarhølir (Ovaru Hoydalar, Miðhoydalar og Niðaru Hoydalar) á niðastu hædd, sum kunnu gerast til eitt stórt høli (Hoydalar). Á fyrstu hædd eru eisini tvey smærri fundarhølir (Boðanes og Svartifossur).
– Ymsu støddirnar á fundarhølunum og møguleikin fyri at lata upp millum tey stóru rúmini gevur nógvar ymsar møguleikar, so vit kunnu ganga stórt sæð øllum ynskjum á møti líkamikið, hvussu lítil ella stórur fundurin, veitslan ella ráðstevnan skulu vera, greiðir Martin Restorff frá.
##med3##
Matstovan, Hallartún, og barrin hava opið hvønn dag og hava eisini opið fyri uttanhýsis gestum. Hallartún letur upp í kvøld, hóskvøldið, kl. 18. Pláss er fyri upp til 90 gestum á matstovuni, sum er innrættað í nýmótans norðurlendskum stíli. Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-køkinum við einføldum, men smakkríkum borðreiðingum.
„Vit í Hilton toyminum eru spent at taka ímóti fyrstu gestunum og veita teimum eina tænastuuppliving við altjóða góðsku og føroyskum gestablídni, sigur hotellstjórin.
Hilton Garden Inn Faroe Islands liggur væl fyri á Staravegnum í Havn við góðum útsýni oman yvir Hoydalar. Stutt er til gongu oman í miðbýin og til stóra ítróttarøkið í Gundadali.
Longu nú ber til at bíleggja gisting á heimasíðuni hiltongardeninn.fo ella við at ringja til okkara á tlf. 41 40 00, og ert tú limur í Hilton Honors, fært tú bestu prísirnar úr 637 kr./nátt (uttan morgunmat). Tað er ókeypis at vera limur í Hilton Honors.
Vitja hallartun.fo, um tú vilt bíleggja borð í Hallartúni.«












