Nýggja herstjórnarráðið hjá Henriki Old

Árni Dahl
----

Meðan stríðið mikla mill­um Danmarkar og Ong­lands leikaði upp á tað harð­­asta, skipaðu dan­ir nýggja herleiðslu, nevnd Gene­­ral­staben, her­stjórnar­ráð­ið. Stovningardagurin var 20. januar 1808. Undir hes­­um herstjórnarráði var stovn­að “Generalstabens topo­grafiske Afdeling”, sum hevði einkarrætt at greiða úr hondum landkort yvir danskt øki.
Tá ið ráðið frá um 1900 fór at gera landkort av Føroyum, leitaðu teir, sum stílaðu fyri, sær ráð hjá Jákupi Jakobsen, doktara í málfrøði.
16.02-1916 skrivar Jákup til systur sína, Sigrið, sum býr í Havn:
“Ein lítil kreppa hevur stungið seg upp ímillum meg og staðarlýsingardeildina hjá heryvirstjórnini – kort­deildina. Tey ætla at gera eitt stórt veggjarkort yvir Før­oyar, og tey vildu hava meg at geva nøvnunum danskan dám, partvíst týða tey, tað er: har, sum donsk og føroysk orð og nøvn eru lík, har skuldi týðast o.s.fr. Eftirsum eg ikki vildi leggja navn til sovorðið krutl, sendi eg teimum alt aftur og segði, at eg ikki vildi hava nakað við tílíkt arbeiði at gera. Málsliga hevði einki skil verið á tí.
Tað, ið um ræður, er, at her­yvirstjórnin í einum so­vorðnum korti vil leggja dent á, at Føroyar eru eitt danskt amt.”
Og 01.04-1916 skrivar hann soleiðis:
“Leiðarin í staðarlýsingar­deildini í heryvirstjórnini hev­ur læst seg fastan í, at verða nøvnini á einum Før­oya­korti varðveitt í føroyska líki sínum – verða tey ikki danskað – er tað at stuðla loysingarrørsluni í Føroyum. Tað ber als ikki til at tingast, tá ið ein sovorðin áskoðan er grundarlagið....
Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, um her­yvir­stjórnin hevur vent sær til nakran í Føroyum um hjálp – t.d. amtmannin sum ovasta myndugleika – og um nakar er haruppi, sum vil hjálpa teim­um.”
(Bæði kutini endurgivin úr bókini “Brøv frá Jákupi Jakobsen, doktara”, Fannir 2014)
Í 1916 vóru Føroyar eitt danskt amt, og tí er náttúr­ligt, at granskarin spyr, sum hann spyr. Tað, ið rópt varð Generalstaben, varð niður­lagt í 1950, og í staðin varð skipað hetta, ið rópt verður Hærkommandoen, Her­leiðsl­an.
Hvør er tað, sum nú – hundrað ár seinni - ger seg inn á føroyskt mál og leggur eftir stórum meirluta í Málráðnum? Tað eru hvørki danska herleiðslan ella ríkisins fremsti um­boðs­mað­ur í Føroyum. Ein føroyskur løgtingsmaður leggur upp­skotið fram.
Við Løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 er skipað eitt málráð, sum sambært grein 2 hevur til endamáls at áseta føroyska stavseting. Politiska skipanin eigur at geva Málráðnum frið at avgreiða henda setning.

Tórshavn 14.02-2014