Upprunaliga Leguhúsið, ið varð vígt í 1993, skuldi einans vera fyrsta byggistig av fleiri, og nú, eftir mong ár við visjónum, fyrireikingum og byggiarbeiði, er dagurin upprunnin, har umstøðurnar verða munandi betri.
Kombihøll
Nýggja høllin er ein kombihøll á 31 x 17 metrar. Tað merkir, at hon kann nýtast í tveimum formum. Við eini mobilari stólatribunu frammi kunnu gott 500 fólk sita í sjálvari høllini til eitt nú møtir, fyrilestrar og konsertir. Tá ið stólatribunan er rullað aftur, fyllir hon einans aftasta meturin av høllini, sum tá kann nýtast til alskyns spæl og ítrótt.
Í bygninginum við síðuna av er stórt, opið og ljóst felagsøkið í erva, og í neðra eru brúsurúm, vesi, goymsla, gongd og tøknirúm.
Niðasti bygningurin er ein kamarslon, sum ætlandi verður liðugt innrættað av sjálvbodnum. Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina er um 32 milliónir krónur.
##med2##
Símun P. Jacobsen vígir
Vígsludagurin byrjar klokkan 16 við einum drekkamunni.
Klokkan 17 vígir Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, nýggju karmarnar.
Aftaná eru øll boðin til nátturða, og í kvøld verður ein sangløta í høllini, har Magni Christiansen og bólkurin VSJ spæla og syngja, verður sagt í tíðindaskrivi frá Heimamissiónini.
Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk til vígsluna. Millum annað at síggja sæð mongu, ið hava stuðlað Leguhúsinum, bæði tí upprunaliga og útbyggingini, tey mongu, sum gjøgnum árini hava nýtt karmarnar í Leguhúsinum ella fara at fáa gleði av víðkaðu karmunum, eins og tey mongu, sum hava víst útbyggingini stóran áhuga verður sagt í tíðindaskrivinum.
Stórur felagssunnudagsskúli
Í morgin verður aftur stórt tiltak í Nesvík, tá ið tað verður felagssunnudagsskúli fyri allar sunnudagsskúlarnar í landinum í Leguhúsinum. Umboð fyri altjóða kristiligu sjónvarpsrásina SAT-7, vitja, og tey fara eisini at greiða frá teirra arbeiði.
Eitt stórt føroyskt barnakór fer eisini at syngja.