Nýggja grundlógin liðug

Í Egyptalandi er gundlógartingið liðugt at orða uppskotið til eina nýggja grundlóg, og uppskotið skal eftir ætlanini handast Mohamed Mursi, forseta í dag.

Tað segði formaðurin í grundlógartinginum, Hossam el-Gheriyani í morgun, eftir at tingið hevði atkvøtt um ta seinastu greinina í uppskotinum. Atkvøðugreiðslan byrjaði stutt eftir middag í gjár og vardi alla nátt.

– Vit hava fullført arbeiðið við grundlógini. Uppskotið verður nú latið forsetanum, og seinni verður tað lagt út til fólkaatkvøðu, segði el-Gheriyani.

Upprunaliga fekk grundlógartingið freist til februar næsta ár at koma við einum uppskoti til nýggja grundlóg, men mótmælini ímóti forsetanum ta seinastu tíðina fingu tingið at seta meiri ferð á arbeiðið, skrivar AFP úr Kairo í morgun.