Tað hevur gøtunavnanevndin hjá Tórshavnar kommunu gjørt av.
Ryski er planta í sevættini og veksur í haga og fjallalendi. Navnið kenna vit eitt nú undir Ryski í Sandavági og Ryskivatn í Suðuroynni, skrivar Tòrshavnar kommuna.
Tað var í aprílmánaði, at fyrsta falgið varð loyst fyri stóru privatu útstykkingini við Villingadalsvegin, tá Annika Olsen, borgarstjóri setti hakan í til eina útstykkingarætlan við 35 grundøkjum.
Útstykkingin liggur beint við Villingadalsvegin og nær ringvegnum. Talan er um millum størstu privatu útstykkingarnar í Tórshavnar kommunu seinastu mongu árini.
– Seinastu vikurnar hava vit sæð, at nógvar leiguíbúðir eru á veg, vit hava sæð nógvar eigaraíbúðir, sum eru ávegis, og nú havi eg ta gleði at seta ferð á hesa stóru privatu útstykkingina. Hetta er tiltrongt, nú høvuðsstaðurin veksur so skjótt, og áhugin fyri at ogna sær eini sethús er stórur. Verkætlanin munar veruliga og kemur væl við hjá nógvum, sum vilja búgva í egnum húsum. Og tað vilja nógv, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá hon setti hakan í svørðin á trøðni við Villingadalsvegin hin 2. apríl.
Grundøkini verða ymisk til støddar. Størsta grundøkið verður 680 fermetrar, og so eru seks oman fyri 500 fermetrar, og restin er millum 4-500 fermetrar. Samlaða økið, har bygt verður, er slakar 30.000 fermetrar.
Í seinasta lagi í desembur í ár er ætlanin at stykkini, sum í dag standa til sølu, verða avhandað keypara. Konsax stendur fyri arbeiðinum at gera vegin til grundøkini.










