Nýggja fløgan hjá Sveini verður løgd fram fríggjadagin

Fríggjadagin 10. august klokkan 16 verður móttøka í handlinum hjá "Tutl" í miðbýnum í Havn.

 

Hetta er í samband við, at tann nýggja fløgan hjá Sveini Gaard Olsen "Rock'n'roll Choir Boy" verður løgd fram.

 

Sveinur fer eisini at signera fløgur.

 

Sveinur vil við nýggja fløguni signalera, at X-factor er ein farin tíð, og at hann nú tónlistarliga stendur á egnum beinum við útgávuni "Rock'n'roll Choir Boy".

 

Talan er alt um nýggj løg á fløguni.