Thomas Troelsen hevur avdúkað, at bólkurin ætlar at útgeva seks fløgur innan 2010. Næsta fløgan í røðini kemur út í morgin.
Eftir at tónleikaheimasíðan Gaffa.dk í desember avdúkaði fyri danska bólkinum Private, at lesararnir hjá heimasíðuni høvdu ognað bólkinum heiðurin ?Årsins Danska Hit? fyri sangin ?My Secret Lover?, kom frontmaðurin í trýmannabólkinum, Thomas Troelsen, eftir øllum at døma at fortala seg.
Hann avdúkaði í øllum førum, at Private høvdu ætlanir um, at útgeva seks fløgur frá oktober 2007 til oktober 2010. Tríggjar skulu koma út undir navninum Private og tríggjar undir navninum Private Party.
Fyrsta fløgan var debut-fløgan við sangunum ?My Secret Lover? og ?Crucify My Heart?, og í morgin, 28. mars, kemur fyrsta fløgan út við navninum Private Party.
Fløgan skal bæði vera sum eitt uppískoyti til endurútgevingina av debut-fløguni og samstundis eisini sum ein serstøk fløga. Í báðum førum inniheldur hon nýtt tilfar, eitt nú sangin ?Stop Killing On The Dancefloor? og eitt remix av sangunum ?My Secret Lover? og ?Waiting For Tonight?
Jeppe Laursen frá Junior Senior er harumframt við í sanginum ?Love Kitten Pt. 2?.









