Nýggja ferðamynstrið sær ógvuliga spennandi út

Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, heldur, at tað hevur stóran týdning at fáa greiði á, hvussu ferðamynstrið hjá norðhavssildini broytist. - Okkara lutur verður at sleppa at kanna hesi viðurskifti. Hin spurningurin um føroysku nótaskipini eiga at sleppa at fiska eina størri kvotu í ár ella at fiska av kvotuni fyri komandi ár, er ein spurningur millum myndugleikarnar og reiðaríini. Tað fara vit ikki at leggja okkum út í, sigur fiskifrøðingurin

Norðhavssild

Í næstum verður fundur um norðhavssildina, har reiðaríini, sum eiga nótaskipini, væntandi fara at heita á Fiskimálaráðið um at sleppa at fiska nøkur tonsini av sild aftrat, nú tað vísir seg, at norðhavssild framvegis stendur í altjóða sjógvi norðanfyri.
Føroyska kvotan av norðhavssild, sum í 2006 er eini 68.000 tons, er uppfiskað, og sum skilst, hava skipini ikki so góðan hug at fara á makrelveiði beint nú, tí prísurin á makreli er ikki so góður í løtuni.
Herfyri førdi okkurt av reiðaríunum fram, at Fiskimálaráðið møguliga kann hækka føroysku kvotuna í ár ella lata skipini fiska ein part av kvotuni fyri komandi ár.

Stovnurin væl fyri
Eingin beinleiðis avtala er um norðhavssildina millum strandalondini og ES, men kvotulutfallið er á leið tað sama, sum tað hevur verið seinastu árini.
TACið fyri norðhavssild hevur verið 850.000 tons, men tá ið norðmenn avgjørdu einvíst at hækka sín kvotupart, gjørdu hini strandalondini tað sama, soleiðis at TACið í 2006 liggur um 1 mió tons.
Hóast londini, sum fiska norðhavssild, í løtuni ikki hava nakra endaliga semju um sildina, kann kortini ikki sigast, at sildin verður fiskað óskipað.
Stovnurin er ikki illa fyri í løtuni, og fiskifrøðingar meta ikki, at vandi er fyri stovninum, um hesi tonsini verða fiskað í 2006.

Mynstrið broytist
Seinastu árini hevur mangan verið ført fram, at norðhavssildin er við at taka sítt gamla ferðamynstur uppaftur, og gongdin í heyst hevur styrkt um hesi útlit.
Mynstrið í nógv ár hevur verið, at norðhavssildin hevur verið í norskum sjógvi um veturin. Hon hevur staðið á firðum og út fyri Troms. Norskar kanningar vístu tó í fjør, at teir ikki "funnu" alla sildina á vetrarbeitinum, sum teir plagdu at gera, og tí hevur verið væntandi, at ein partur av stovninum helt seg aðrastaðni.
Vanliga plagar sildin ikki at vera atkomilig hjá føroyskum skipum, tá ið heystið fer at halla, men nú vísir tað seg, at norðhavssild framvegis stendur í altjóða sjógvi norðanfyri, sum hon í fimtiárunum plagdi at gera hesa tíðina av árinum.

Rættiliga áhugavert
Jan A. Jacobsen, fiskifrøðingur, sigur, at gongdin er rættiliga áhugaverd, og hann fer tí á fundinum við Fiskimálaráðið í dag at leggja upp til, at kanningar fara fram av norðhavssildini.
- Okkara lutur á fundinum verður at sleppa at kanna hesi viðurskifti í altjóða sjógvi. Hin spurningurin um føroysku nótaskipini eiga at sleppa at fiska eina størri kvotu í ár ella at fiska av kvotuni fyri komandi ár, er ein spurningur millum føroysku myndugleikarnar og reiðaríini. Tað fara vit ikki at leggja okkum út í, sigur hann.
Jan heldur, at tað hevur stóran týdning at fáa greiði á, hvussu ferðamynstrið hjá sildini broytist.
- Av tí, at kvotan seinastu árini hevur verið uppfiskað, tá ið líður út á heystið, hevur eingin føroysk veiða verið um veturin, og tí hava vit heldur ikki fingið staðfest við vanligari veiði, um ferðamynstrið meira og meira er farið at líkjast tí, vit kenna frá fimtiárunum.

Kanningar í januar
Fiskifrøðingurin vísir tó á, at Fiskirannsóknarstovan gjørdi kanningar í januar mánaða í ár við Magnusi Heinasyni.
- Vit royndu í gamla vetrarøkinum millum Føroyar og Ísland, men tá funnu vit onga norðhavssild. Nú tað vísir seg, at ein partur av stovninum framvegis stendur í altjóða sjógvi, er ógvuliga umráðandi, at vit fylgja við, hvussu gongdin verður.
Jan sigur, at ein partur av gamla vetrarøkinum hjá norðhavssildini var á markinum millum Føroyar og Ísland, í altjóða sjógvi norðanfyri og við Jan Mayen.
- Tað hevur víst seg seinastu árini, at sildin fer meira og meira út á hav at finna sær vetrarbeiti, og samstundis minkar tann parturin, sum stendur inni á norsku firðunum og út fyri Troms.


Kann ávirka býtið
Tað er eingin loyna, at broytta ferðamynstrið í framtíðini eisini kann fáa ávirkan á lutfalsliga býtið av norðhavssildini millum londini og í hesum førinum kann tað merkja, at grundgevingarnar hjá eitt nú norðmonnum fyri sínum parti av býtinum sum frá líður fara at vikna nakað.
Við gamla ferðamynstrinum kann hugsast, at samráðingarstøðan hjá eitt nú Føroyum og Íslandi verður sterkari, men hetta hevur Jan Arge Jacobsen ongan hug at gera viðmerkingar til, tí býtið av sildini verður altíð ein samráðingarspurningur millum strandalondini og ES.
Fiskifrøðingurin heldur nógv benda á, at broytta ferðingamynstrið hevur nakað við umhvørvið at gera.
- At stovnurin er væl fyri, hevur eisini sín týdning. Hitin í sjónum í dag líkist meira hitanum, sum var í fimtiárunum. Seinni gjørdist sjógvurin kaldari, og kanska var tað hetta, sum saman við fiskiskapinum broytti umstøðurnar og gjørdi, at norðhavssildin minkaði burtur í einki, sigur hann.

Sildakanningar
Onnur lond gera eisini sínar kanningar, og eisini verða felags kanningar gjørdar av norðhavssildini.
- Felagskanningar vórðu gjørdar í mai, og tá eru øll strandalondini við.
Jan sigur, at Fiskirannsóknarstovan sjálvandi hevur stóran áhuga í at gera kanningar av tí týdningarmikla stovni, sum norðhavssildin er ikki minst, nú tað vísir seg, at viðurskiftini broytast, og sild framvegis er í altjóða sjógvi.
- Okkara áhugi liggur fyrst og fremst í, at stovnurin er væl fyri og verður veiddur skynsamt. Býtið millum londini, og hvussu Fiskimálaráðið skipar viðurskiftini við veiði og møguligari veiði av kvotuni fyri komandi ár, eru politiskir spurningar, sum vit ikki leggja okkum út í, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, sum at enda leggur aftrat, at nýggj ráðgeving um norðhavssildina kemur fyrsta dagin.
Sum skilst á fiskifrøðinginum, er tó einki sum bendir á, at stovnurin av norðhavssild er lla fyri í løtuni.