Nýggja doping lógin

Heri Ziska
Ítróttarmaður og pápi

Formaðurin í doping nevndini í ÍSF førdi fram í tíðindunum at nýggja doping lógin er eitt gott amboð, og tað er rætt at um tú hugsar um tað sum hendur innan fyri karmarnar hjá ÍSF so er tað nú møguligt at straffa sokallaða ítróttarfólk, sum verða tikin í at takað stimbrandi evni, enn harðari. Hetta er ynskiligt, tó at eg hevði ynskt at straffurin innan fyri ítróttin var harðari enn hann er í dag.

Formaðurin segði tó eisini at hendan lógi ikki tekur hædd fyri tí sum hendur uttan fyri karmarnar hjá ÍSF, og tað er hetta sum eg úttalaði meg um í útvarpinum. Nevniliga at tann stórsti trupulleikin viðvíkjandi doping í dag er uttan fyri ÍSF, og har røkkur hendan lógin ikki tí at tað liggur onki í hesi lógini sum tekur hædd fyri hvussu man skal finna útav hvør í nýtur hesi ólógligur stimbrandi evnini. tað er møguligt at onkur verður tikin í tollinum við fullari tasku av ólógligum evnum, eins og tað er hent fyrr, og so kann viðkomandi straffast, men um ein ungur maður ella kvinna hevur fingið fatur í hesum evnum, so er ongin møguleiki fyri at fangað og døma viðkomandi tí at ongar doping royndir verða tiknar um ikki viðkomandi er limur í einum felag í ÍSF. Eg dugi so í øllum førðum ikki at ímynda mær at løgreglan ferð at gerða húsarannsóknir hjá teimum í ein hevur illgruna til.

Tað hevur verði nevnt at tað er møguligt at gerða frívilligar avtalur millum ÍSF og so fitness sentrini sum ikki eru partur av ÍSF um at gerða kanningar. Har veit eg at Fragd og Fimi gjarna vil hava eina slíka avtalu, men at tað ikki er hent nakað í hesum málið enn. Tó var tað áhugavert at síggja um miðjan 2004, at tað umhvøri sum ein hevði illgruna um nýtti ólóglig evni forsvann so at siga frá einum degi til tann næsta, tá tann nýggji venjingarsáttmálin í Fragd og Fimi segði at tey í vandu har samstundis søgdu ja til at blíva testa fyri doping.

Annars so vil eg veita Hans Paula Strøm eina tøkk fyri at hann hevur roynt at koma eitt stig víðari í kampinum móti doping. Vónandi koma fleiri stig í nærmastu framtíð, soleiðis at vit um nøkur ár trygt kunna latað børn okkara venja har tey hava hug.