Stóra íløgan á Skála er ein íløga í framtíðina. Gamla bedingin var ikki hóskandi. Hon var í ov vánaligum standi, og Mest hevði valið ímillum at pjøssa ella byggja nýtt Seinasta mánadag vórðu gomlu ísfiskatrolararnir í Vestmanna, Nornagestur og Kolumbus, tiknir upp á bedingina á Skála. Samstundis er hetta fyrstu skipini, sum eru tikin upp, síðan Mest fekk nýggja beding, ið nú stendur mest sum liðug á Skála. Enn er bedingin bara royndarkoyrd, men ikki tikin alment í nýtslu.
Nú skipasmiðjan tók vestmannatrolararnar upp, vórðu samstundis uppmátingar og eftirlit gjørt á bedingini, soleiðis at greiða fæst á, hvussu alt tað nýggja virkar.
Eyðfinnur Egholm, stjóri á Mest, sigur, at tað tók einar 4-5 tímar at taka bæði skipini upp, tí skipasmiðjan eitt nú hevði kavarar niðri, sum fylgdu við, hvussu nýggju vognarnir gingu á nýggju skinnarunum.
- Tað gekk rímiliga væl at taka skipini upp, og tað hevði sjálvsagt gingið uppaftur skjótari, um vit ikki skuldu halda eyguni eftir ymsu tættunum í nýggju skipanini, bæði teimum mekanisku og elektrisku. Okkurt smávegis verður at justera, men vit rendu okkum ikki í nakrar stórar trupulleikar á vegnum.
Stjórin í Mest, Eyðfinn Egholm, sigur, at bedingin á Skála gjørdist nógv dýrari enn upprunaliga mett, men hetta kemst í fyrsta lagi av, at lendisarbeiði úti í sjónum gjørdist nógv meira umfatandi enn væntað.
Gomlu skinnararnir lógu meira at kalla niður á botnin, meðan nýggju skinnararnir, sum eisini ganga heilt út á 17 metra dýpi, liggja á betongi.
- Upprunaliga varð mett, at bedingin fór at kosta einar 15 miljónir, men nú arbeiðið er um at verða liðugt, verður kostnaðurin út við 40 miljónir krónur.