Nýggja barsilsskipanin komin í gildi

Fríggjadagin kom í gildi nýggja lógin um barsilsskipan

 

Fríggjadagin kom í gildi nýggja løgtingslógin um barsilsskipan og kunngerð um umsiting av barsils-skipan og kunngerð um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi. Lógin og kunngerðirnar eru á heimasíðuni hjá Vinumálastýrinum: www.vms.fo.

Eftir nevndu lóggávu verður frá 1. juni 2001 veittur øllum arbeiðstakarum og sjálvstøðugt vinnu-rekandi barsilspeningur, t. e. endurgjald fyri inntøkumiss orsakað av fráveru frá arbeiði í sam-bandi við barnsburð og ættleiðing.

Hendan skipanin tekur av skipanina eftir dagpeningalógini, og tey, sum 31. mai 2001 hava fingið útgoldnan dagpening eftir dagpeningalógini eru pr. 1. juni 2001, tá lógin um barsilsskipan fekk gildi, flutt í nýggju skipanina eftir løgtingslógini um barsil.

Endurgjald verður veitt bæði kvinnum og monnum, umframt at endurgjald verður veitt arbeiðs-gevarum, sum rinda løn í sambandi við barnsburð.

Skipanin verður umsitin av Arbeiðsloysiskipanini.