Tað eru nú nøkur ár síðani, at býráðið tók avgerð um at tilnevna Tórsgøtu til mentanargøtu. Framman undan heldur Tjóðpallur Føroya til í gøtuni, eins og Margarinfabrikkin, Miðlahúsið, Gamla Reinsarí og matstøð og dansistøð eru at finna í Tórsgøtu.
Tað er nú eitt ár síðani, at farið var undir eina verkætlan við Reinsarínum. Talan var um eina royndarætlan við konsertum, og henda ætlan eydnaðist so mikið væl, at tá royndartíðin var av á Ólavsøku í fjør, var ætlanin longd.
- Men neyðugt var at gera ábøtur á bygningin, og hesar verða so dýrar, at tankin um at gera eitt býarhús í staðin, byrjaði at spretta. Eg tosaði við borgarstjóran um hetta, og vit komu ásamt um heldur at brúka peningin til eitt nýtt býarhús, enn at umvæla Reinsaríið, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri.
Royndirnar við konsertunum vóru sera væl eydnaðar, og kostaðu so at siga einki.
- Vit høvdu anlegg framman undan, og nú vit hava havt hesa verkætlanina í meiri enn eitt ár, hava vit roynt so at siga alt slag av tónleiki, sigur Bogi Andreasen.
Tey hava eisini havt fund við øll tónleikaáhugafeløgini, har ætlanin um nýtt býarhús varð løgd fram, og har var tikið væl ímóti hugskotinum. Einasta viðmerkingin var, at ljóðserfrøðingur átti at verða tikin við upp á ráð.
- Men játtanin røkkur ikki til meiri enn húsið sjálvt, og tí verða keypt ljóðteppi at hanga upp, sigur Bogi Andreasen.
Samt býráð
Eftir at borgarstjórin og varaborgarstjórin høvdu kannað møguleikarnar, heittu teir á umsitingina um at gera eitt uppskot til býarhús. Býararkitekturin hevur síðani gjørt ta skitsuna, sum húsini verða gjørd eftir.
- Viðgerðin av uppskotinum í býráðnum var sera positiv. Og tað var eitt samt býráð, sum tók undir við ætlanini, sigur Bogi Andreasen.
Við hesum nýggja býarhúsinum verður skapt eitt umhvørvi, sum er í tráð við tankan um Tórsgøtu sum eina mentanargøtu.
Seinni er so ætlanin at gera eitt torg millum Reinsaríið og Miðlahúsið, sum skal yvirdekkast við einari presending. Tað eru gamlir tankar, sum borgarstjórin hevur luftað áður.
Uppskotið um eitt býarhús er endaliga samtykt, og fari verður undir arbeiðið beinanvegin.
- Tað verður byrjað longu hálvan mai, og stendur tað til mín og borgarstjóran, skal býarhúsið standa liðugt til Ólavsøku. Tað er kanska eitt sindur optimistiskt, men tað er so okkara vón, sigur Bogi Andreasen.
Hann roknar ikki við, at tað fer at verða heilt ókeypis hjá tónleikarum og øðrum at brúka húsið, men tað verður hinvegin heldur ikki nøkur stór útreiðsla.
Nýggja húsið verður ein mentanarperla í Havnini, og tað fall nátúrligt at seta júst hetta heiti á nýggja húsið.
- Perlan er jú eitt gamalt húsaheiti í Tórsgøtu, og tað er eitt vakurt og positivt navn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um heitið á nýggja býarhúsinum.