Nýggj yogamiðstøð í Havn

»Orkuró«, soleiðis eitur nýgg­ja yoga­miðstøðin í Havn, sum letur upp í morgin.

– Navnið sigur í sær sjálv­um nógv, hettar er tað ein upp­livir við at íðka yoga og fáa ayurveda viðgerðir, sig­ur Lis Helgadóttir, sum eig­ur og rekur nýggju yoga­miðstøðina.

– Munurin millum hesar báð­ar yoga greinir er, at í yoga gert tú sjálvur arbeiðið og í ayurveda geri eg arbeiðið fyri viðskiftafólkið, sigur Lis Helga­dóttir, sum er útbúgvin sum »master yoga teacher« frá Yoga heimlandinum Ind­ia. Hon er ein av teimum fáu danska kongaríkinum, við hesi útbúgving.

– Fyri at fáa hettar prógvið skal eg hava móttikið 500 undi­r­vísingar tímar – meðan van­l­igt er við 200 tímum – í praktiskari yoga, yoga filo­sofi, anatomi/fysiologi, anda­dráds­venj­ingar, meditatión og undirvísingarlæra, og kann eg tí eisini útbúgva yoga­lær­arar, sigur Lis Helga­dóttir.

Orkuróð hevur opið dag­liga og bjóðar yoga tímar fyri lið og einstaklingar, eisi­ni bjóða tey yogaterapi, har málbólkurin eru tey, sum hava serligan tørv, t. d. migre­nu, ringan rygg, astma o.s.f.

Harumframt er eisini Ayur­veda­klinikk, sum er tann fyrsta av sínum slag í Før­oyu­m.

Ayurveda merkir lívsins vís­indi. Viðgerðarhættirnir her eru kropsmýkingar við hitað­um urtaviðgjørdum olj­um o. a., og eru tær avstressandi og lívsgevandi, mass­ag­an kann vera givin av tveim­um ella fýra hondum.

– Sum nakað nýtt í Føroym fara vit at bjóða út Yoga lær­ara útbúgving í oktober, sig­ur Lis Helgadóttir, sum fríggja­dagin hevði boðið móttøku.