Nýggj Wacken-kapping næsta ár

Nú er avgjørt at tungmálmskappingin Wacken Metal Battle Føroyar verður aftur í 2013.

 

Tiltakið verður aftur í sjónleikarahúsinum í Havn, 15. og 16. mars. Tað er nýggja áhugafelagið Upp Við Hornunum, ið kemur at skipa fyri tiltakinum.

 

- Tiltakið sjálvt bleiv sera væl móttikið, nógvir bólkar fingu góð skóðsmál frá dómarum, og fingu Føroyar sjálvan vinnaran í finaluni í Týsklandi. Vit meta tískil at tað er avgjørt grundarlag fyri at arbeiða víðari við hugtakinum. Vit hava valt at skipa okkum sum eitt áhugafelag, ið eisini kemur at hava onnur tiltøk enn bara Metal Battle, sigur Fróði Tórálvsson Stenberg, fyriskipari.

 

Hamferð vann altjóða Metal Battle kappingina í summar á Wacken Festival. Hesin heiður hevur varpa nógv fokus á bólkin, ið stendur við møguleikum, ið kunnu stimbra teirra yrkisleið sum tónleikabólkur. Nú fær so enn ein føroyskur bólkur møguleikan at umboða Føroyar Wacken Metal Battle finaluni 2013.

 

Bólkar kunnu tekna seg til kappingina nú. Sum nakað nýtt verður opin tilmelding.

 

- Vit gjørdu eina roynd í ár við lukkaðari kapping. Tað eydnaðist sera væl. Føroyskur tungmálmur hevur fingið eitt ordans momentum tey seinastu árini, og áhugin vaks uppaftur meir nú aftaná Metal Battle fyrr í ár. Tískil hava vit valt at hava opna tilmelding til næsta ár, sigur Teitur Egholm Fossaberg, ið eisini er fyriskipari av tiltakinum.

 

Meira um Wacken Metal Battle Føroyar á : www.facebook.com/WackenMetalBattleFo