Microsoft við Bill Gates hevur meldað út, at nýggja útgávan av Windows skal verða klár um tvey ár. Hetta skrivar Morgenavisen Jyllands-Posten.
Bill Gates sigur, at nýggja Windows stýriskipanin verður slóðbrótandi ? sum eitt ?Big Bang.?
Men tað hevur verið trupult at koma á mál við nýggju stýriskipanini, sum enn ikki er liðug. Teir stóru trupulleikarnir hava gjørt, at Microsoft nú hevur lækka ambitiónsstøðið eitt sindur við tað, at sokallaða Microsoft File System ikki verður við á hesum sinni. Hetta er eitt forrit, sum heldur skil á fílunum í Windows.
Tvey ár er tó ein long tíð at bíða eftir nýggjum vindeygum, og inntil tá fer Windows at bjóða sínum brúkarum eina størri dagføring av stýriskipanini Windows XP. Morgenavisen Jyllands-Posten skrivar týsdagin, at hetta verður gjørt einaferð í september.









