Nýggj viðgerðarstova

Tann 1. apríl byrjaði byrjaði Heri Kragesteen, aut.cand.psyk., sum sjálvstøðugur vinnurekandi sálarfrøðingur Viðtaluhølið er í húsunum í Tórsgøtu 17, har tríggir aðrir sálarfrøðingar eisini húsast

Um førleikar og royndir kann í stuttum verða nevnt, at Heri Kragesteen seinastu sjey árini hevur virkað sum leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska deplinum, og áðrenn tað undirvísti hann í sálarfrøði fyri komandi lærarum og námsfrøðingum á Læraraskúlanum. Annars hevur hann arbeitt við børnum og ungum sum kliniskur sálarfrøðingur á Sernámsdeplinum umframt at hann eftir loknan lestur starvaðist á Stolpegården í Gentofte. Umframt drúgvar royndir við viðgerð, sálarfrøðiligum kanningum, undirvísing, supervisjón og ráðgeving, er eisini talan um royndir við at leggja til rættis og skipa fyri stytri skeiðum við sálarfrøðiligum evnum.

Viðgerðartilboðini eru vend móti bæði einsktaklingum, familjum og bólkum umframt stovnum, kommunalum og teimum hjá landinum. Tilgongdin ástøðiliga og verkliga er merkt av einari samanrenning av dynamiskari og systemiskari hugsan, umframt at hann eisini brúkar sonevndar kognitivar terapeutiskar tilgongdir.