Nýggj verja í Gøtu

Burtursæð frá Andrew av Fløtum er alt fólkið tókt hjá meistarunum og oddaliðnum, sum higartil í ár hevur havt tað trupult ímóti GÍ

UPPTAKT

Um støðutalvan verður nýtt sum metingargrundarlag, so er eingin ivi um, at HB er stórfavorittur, tá ið teir í morgin fara til Gøtu. Men úrslitini í innanhýsis uppgerðunum millum GÍ og HB fyrr í summar hava verið gøtumonnum til fyrimunar. Í bólkaumfarinum í steypakappingini vann GÍ báðu ferðirnar við einum máli, og í báðum førunum skoraðu teir sigursmálið í síðstu løtu. Í landskappingardystinum í Gundadali var úrslitið 2?2, og ta ferðina javnaði GÍ í yvirtíðini.
Gøtumenn eru rættuliga nógv skerdir hesa ferð. Verjuspælararnir Bartal Eliasen og Leivur Hansen, sum báðir eru millum stuðulsspælararnar, hava fingið ov nógv kort og eru leikbannaðir. Bæði Janik og Popczynski eru so mikið skaddir, at tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla.
Tað hevur ljóðað í Havnini, at bæði Sámal Joensen og Magni Jarnskor, sum ikki hava verið við í ár, skulu hava vant dúgliga seinastu tíðina, men tað verður avsannað í Gøtu.
? Hatta man vera tað, sum vit plagdu at kalla kondittaríprát, og hóast kondittaríið ikki er opið, so velja vit at kalla hasi tíðindini soleiðis. Magni hevur fyri stuttum verið skurðviðgjørdur, og Sámal hevur helst ongantíð vant saman við besta liðnum í ár, verður sagt úr Gøtu.
Tá ið vit frættu, var ikki gjørt av, hvørjir skuldu loysa royndu og leikbannaðu menninar í verjuni av, men tað vera ivaleyst ungir spælarar. Mánakvøldið spældi GÍ venjingardyst á heimavølli ímóti NSÍ, sum vann 3?2. Málini hjá GÍ gjørdu Bárður á Lakjuni og Símun Samuelsen.
Einasti GÍ spælarin, sum í vikuni hevur verið burturi frá í landsliðsørindum, er Súni Olsen.

Nógvir um boðið
Í HB er tað bara landsliðsmaðurn Andrew av Fløtum, sum ikki er tøkur. Hann er leikbannaður. Tá ið HB var á Skála bar tað ikki Janusi M. Joensen til at vera við. Hann er tøkur aftur, og tað kann gott vera, at einasta manningarliga broytingin verður, at hann verður settur á vinstra vongverja, og at Hallur Danielsen, sum seinast var í tí plássinum verður settur á miðvøllin í 4?4?2 spælskipan og ikki 4?3?3, sum HB annars hevur spælt, men hetta var ikki greitt, tá ið vit frættu.
Aðrir møguleikar eru, at onkur av ungu monnunum, sum hava verið við í ár, fær møguleikan. Her verður hugsað eitt nú um Bjarna Jørgensen, Rók Jespersen og Páll M. Joensen.
Tríggir HB spælarar hava í vikuni verið upptiknir av landsliðdysti. Umframt málskjúttan Rógva Jacobsen er talan um Andrew av Fløtum og Tór?Ingar Akselsen, sum var á beinkinum alla tíðina.