Nýggj veljarakanning: Samgongan situr trygg

Tað hevði ikki verið stórar broytingar á Løgtingi, hevði val verið nú

Veljarakanningin varð gjørd sunnudagin, samstundis sum veljarakanningin til fólkatingsvalið varð gjørd, og í kanningini vóru somu fólk spurd, hvussu tey høvdu valt til fólkatingsvalið og til løgtingsvalið.

Úrslitið vísir, at fólkatingsval og løgtingsval kunnu yvirhøvur ikki samanberast, tí tað er rættiliga stórur munur á, hvar fólk seta krossin á fólkatingsvali og á løgtinmgsvali.

Á fólkatingsvalinum var Tjóðveldið størsti flokkur við 25,5% av atkvøðunum og Sambandsflokkurin næststørstur við 23,5% av atkvøðunum.

Hevði løgtingsval verið nú, hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur við 23,8% av atkvøðunum, og hann hevði sostatt fingið enn fleiri atkvøður enn á fólkatingsvalinum. Tjóðveldið hevði framvegis verið næststørsti flokkur, men á løgtingsvalinum hevði hann bara fingið 21,9% av atkvøðunum, og tað er nógv minni enn á fólkatingsvalinum.

Men samstundis vísir hetta, at tað er ikki hald í páhaldinum um, at tað er torført at fáa veljararnar hjá Tjóðveldinum upp úr sofuni á fólkatingsvali, tí í prosentum fær flokkurin nógv fleiri atkvøður á fólkatingsvali enn hann fær á løgtingsvali.

Hinvegin kann úrslitið vera ein ábending um, at tað er hald í páhaldinum um, at fólkatingsvalið er ein polarisering ímillum loysing og samband, og at tjóðveldisveljarar fara mannsterkir á val til fólkating.

So hóast tað vísir seg, at hinir báðir samgonguflokkarnir ganga aftur, varðveitir samgongan kortini ein tryggan meiriluta við 62,8% av atkvøðunum.

Men kanningin vísir eisini, at tann heilt stóri sigursharrin verður Miðflokkurin, tí hjá honum hevði atkvøðutalið verið meiri enn tvífaldað, hevði løgtingsval verið nú.

Hinvegin stendur Sjálvstýrisflokkurin mestsum í stað.


Smáar forskjótingar

Annars vísir kanningin, at tað vera ikki stórvegis forskjótingar í tingmannabýtinum ímillum teir ymsu flokkarnar.

Tó skal havast í huga, at á næsta løgtingsvali verða 33 tinglimir, ella ein fleiri enn tað eru nú.

Og veljarakanningin vísir, at var val nú, høvdu Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fingið hvør sín tinglim afturat. Fólkaflokkurin hevði mist ein tinglim, og annars er støðan óbroytt í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Sjálvstýrisflokkinum.

Tó skal viðmerkjast, at á seinasta vali fekk Tjóðveldið átta tinglimir, men síðani fór Karsten Hansen úr flokkinum upp í Miðflokkinum og sostatt hevur Tjóðveldið sjey tinglimir í løtuni.

Men feskasta veljarakanningin vísir, at Tjóðveldið vinnur tann áttanda tinglimin aftur.