Nýggj vekslaraskipan

Formula og Føroya Tele koma í næstum í felag nú á marknaðin við nýggjari vekslaraskipan, ið kallast Total View.

Nýggja vekslaraskipanin fer at gera tað munandi lættari hjá fyritøkum at halda skil á, hvat starvsfólkini gera, tá tey eru til arbeiðis. Til ber eitt nú at síggja, um tey eru á fundi, práta í telefon, eru heima við sjúku o.s.fr.
 
Formula og Føroya Tele hava arbeitt saman um skipanina í eitt ár, og skipanin er longu roynd á fleiri stórum fyritøkum í Føroyum og uttanlands.