Nýggj vatnleiðing til virkini

Klaksvík: Eftir at trupulleikar hava verið við vatnveitingini til virkini á havnaøkinum í býnum, hevur kommunan nú tikið stig til at skifta vatnleiðingarnar har. Hetta arbeiðið væntast at verða liðugt í komandi viku.

Í eina tíð hava virkini á havnaøkinum, bæði á vestur- og eystursíðuni, havt trupulleikar av kommunalu vatnveitingini, serstakliga tá øll virkini arbeiða samstundis.
- Málið er tí kannað, og varð komið fram til, at gamla 6-tumma stoypijarnsleiðingin oman fyri Kósavirkið, var við at tippast, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Tiptist leiðingin av álvara, so fór hetta at fáa álvarsamar fylgjur fyri ídnaðin á økinum. Tí varð gjørt av at skifta alla ta gomlu stoypijarnsleiðingina út við eina plastleiðing, sum er einar 200 metrar til longdar, og við enum tvørmáli uppá 160 millimetrar.
Í sama viðfangi verður ein nýggjur brandpostur uppsettur.