Í Svøríki hava sosialdemokratarnir skipað valsamgongu saman við umhvørvisflokkinum og vinstraflokkinum. Ætlanin er so, at teir tríggir flokkarnir skulu í felag bjóða teirri borgarligu stjórnarsamgonguni av, tá næsta ríkisdagsvalið verður í 2010.
Sosialdemokratarnir, sum hava sitið við valdið í Svøríki í 65 av teimum seinastu 76 árunum, hava ongantíð skipað valsamgongu fyrr. Men avgerðin nú er helst ein avleiðing av valúrslitinum fyri tveimum árum síðani, tá sosialdemokratiskir flokkurin fekk 35,3 prosent av atkvøðunum, sum var floksins ringasta úrslit í mong ár.
Sosialdemokratiski floksformaðurin, Mona Sahlin, segði við svenska ríkisútvarpið í gjár, at teir tríggir flokkarnir, sum nú hava skipað valsamgongu, eru munandi meiri samdir um ymisk viðurskifti nú, enn teir vóru fyrr.
Mona Sahlin tók við sum formaður hjá svensku sosialdemokratunum eftir Göran Persson, sum legði frá sær í fjør.