Nýggj vøra frá MBM í dag

Í morgun verður ein nýggj vøra borin út í handlarnar saman við mjólkinii og hinum vørunum frá Mjólkarvirkinum. Talan er um eina føroyska »koldskål«

Summarskál er heitið á nýggju vøruni frá MBM, sum í morgun er borin út í handlarnar.

MBM arbeiðir støðugt við at menna vøruskránna, og í longri tíð hevur meningarbólkurin hjá fyritøkuni arbeitt miðvíst við at finna fram til besta smakk og samanseting.

Summarskál er súrgaður mjólkarúrdráttur við einum fitiinnihaldi á 0,9%. MBM sigur, at vøran er leskilig og vælsmakkandi við einum frískligum smakki av sitrón og vanilju. Vøran kann berast saman við donsku vøruna koldskål.

Tað er Sendistovan, sum hevur staðið fyri at sniðgeva pakkan í neyvum samstarvi við Tetrapak, sum framleiðir alla pappírsinnpakking, sum MBM nýtir til ymsu framleiðslurnar.

Summarskál er sum nevnt at fáa í handlunum í morgun.