Verkætlanin fevnir um vegagerð til skúlaøki, keyp av 20 akrum og grundøki til jarðarbrúk, skúlaheim til 250 dreingir og eitt skúlaheim til 250 gentur, umframt ein skúla til 500 næmingar.
ABC barnahjálp í Føroyum hevur til endamáls at útvega faðir- og móðurleysum og fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum.
Øll innsavning og stuðul til Liberia fer órørdur til hjálpararbeiðið. Ætlanin og vónin er, at fólk og fyritøkur vilja tekna seg sum stuðlar av rakstrinum av stovninum í Føroyum, sigur Rúna Sivertsen, dagligur leiðari í ABC barnhjálp í Føroyum.
Verkætlanin verður nevnd ”Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið”. ABC í Føroyum arbeiðir saman við ABC í Íslandi um hesa verkætlan.
Arbeitt verður soleiðis, at bygningarnir verða verkætlanir hjá hvørjum landi sær. Sjálvur skúlin verður ein føroysk verkætlan burturav.
Arbeiðsloysið í landinum er stórt og tað stendur ikki á at fáa arbeiðsmegi. Matthew Zakeuh, sum leiðir arbeiðið í Liberia væntar, at bygningarnir kunnu standa klárir millum desember 2007 og februar 2008.
Tá byggingin er liðug, verður farið undir at fáa børn inn í skipanina. Tey børn, ið eru ringast fyri hava fyrsta rætt at sleppa inn. Skúlagongdin hjá næmingunum verður stuðlað gjøgnum faddurskipan, har møguleiki verður hjá fólki at tekna seg fyri eitt ella fleiri børn. Fadrarnir velja sjálvi børnini av einum lista á heimasíðuni. ABC barnahjálp í Føroyum umsitir sín part av faddurskipanini og syrgir fyri neyðugum samskifti við stuðulsforeldrini.
Øll hjálp til ABC barnahjálp er haldgóð og varandi. Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at eitt barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum, sigur Rúna Sivertsen, sum nevnir at í dag eru um 200.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar vónir um skúlagongd og útbúgving.
ABC barnahjálp í Føroyum fer at senda staðkend fólk til Liberia, at tryggja sær, at øll viðurskifti eru í lagi, og at allur peningur verður nýttur, har tørvurin á hjálp er størstur. Ferðin til Liberia verður væntandi í oktober 2007, sigur Rúna Sivertsen.
Til ber at stuðla verkætlanin við við at flyta pening á hesar kontur: Eik 9181-160.987.6, Føroya Banki 6460-175.343.8, Norðoya Sparikassi 9865-103.480.9, og Suðuroyar Sparikassi 9870 102.482.6. Minnist til at merkja flytingina ”Liberia”.
ABC barnahjálp í Føroyum hevur telefon 222585 og teldupostadressan er: abs@kallnet.fo
mg