Osama bin Laden fagnar einum av flogrænarunum í atsóknini at USA fyri seks árum síðani Tað ger bin Laden á einari sjónbandsupptøku, sum sigst vera nýggj, og sum er at síggja á internetinum í dag, sigur CNN.
Í dag eru júst seks ár síðani atsóknina at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001.
Á upptøkuni fagnar bin Laden einum av monnunum, sum var við til at ræna flogfarið, sum rendi á tað norðara tornið í World Trade Center.








