Nýggj uppgáva til Eyðun & Andreas

Talan er um fimtu uppgávuna, sum teir báðir føroysku hondbóltsdómararnir fáa hetta kappingarárið.

Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen hava eina ferð áður dømt 1/8-finalu í europiskum høpi. Hetta var fyri tveimum árum síðani, og var dysturin ta ferðina í Hollandi.

 

Tann 13. februar skulu teir báðir til Íslands, har kvinnurnar hjá Fram taka ímóti kroatiska RK Tresnjevka. Hetta er fyrri dysturin millum liðini.