Soleiðis sigur Rúni Djurhuus, sum saman við Háldan Haldansen og Petur Slyne eigur og rekur nýggju útvarpsstøðina Voxpop, sum byrjar at senda í dag.
Talan er um eina útvarpsstøð, sum bert fer at spæla nýggjan altjóða tónleik. Rásin kann í fyrstu atløgu hoyrast á FM 104.1 í Tórshavn og stórum pørtum av suðurstreymoy.
Hóast útvarpsstøðin byrjar í dag, er talan um eina royndartíð í fyrstu atløgu.
– Desember mánaður verður ein royndartíð, men frá januar fara vit at hava morgun- og seinnapartssendingar. Tað verður ikki tað heilt seriøsa radio, men meira lætt og festiligt, sigur Rúni Djurhuus og leggur afturat, at ætlanin er ikki at hava tíðindasendingar, sum vit annars kenna tær.
– Tað hava vit ikki ordiliga avgjørt enn. Møguliga verður okkurt, har lurtarin heilt skjótt fær dagsins yvirskriftir at vita, men tað verður so baar tað, sigur Rúni Djurhuus.
Fyri at byrja útvarpsstøðina hava teir tríggir, ið skulu reka útvarpsstøðina, fingið hjálp frá íslendingum, sum hava hjálpt við at seta útgerð og annað upp seinastu dagarnar.
Voxpop skal eftir ætlan venda sær til ein breiðan málbólk, sum eru fólk úr 15 til 45 ár. Sent verður allar dagar í vikuni.