Eftirspurningurin eftir grundstykkjum er vaksandi í Sørvági, og kommunan fer nú undir eina nýggja útstykking.
Uppi við Mýravegin við síðuna av nýggja dagstovninum verður nú gjørt klárt til eina útstykking við einum 15 - 20 grundstykkjum, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági.
Hann sigur, at arbeiðið upp á at gera tey fyrstu 10 grundstykkini byggibúgvin fer í gongd nú beinanveg.