Nýggj útstykking í Hoyvík

Nú er uppskot klárt um eina útstykking við 30 grundstykkjum á 300 fermetrar og trveimum felagsøkum við Djúpagil og Millum Gilja í Hoyvík.

Tað sigur Levi Mørk, sum er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hann sigur, at líka síðani 2007 hevur verið arbeitt við hesi útstykking, sum nú er komin so mikið langt, at málið er samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini, fíggjarnevndini, og mikudagin skal útstykkingin í býráði til endaliga støðutakan.

– Útstykkingin hevur atgongd frá sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin og er skipað í fýra bólkar fram við einum atkomuvegi. Atkomuvegurin hevur gongubreyt báðumegin. Norðan fyri atkomuvegin er avsett pláss til eitt eyka parkeringspláss fyri hvørt matrikul. Innkoyringarnar til bústaðarbólkarnar eru markeraðar við vegbungum. Gøtusamband er til Stórutjørn gjøgnum ein tunnil undir sambindingarvegnum, sigur Levi Mørk.

Grundstykkini liggja fram við átta metra breiðum vegum uttan kantsteinar. Vatnrennur úr beton er mark millum gongubreyt og koyribreyt. Koyribreytin er fýra metrar breið.

– Ætlanin er at lata liðugt planerað grundstykkir við ásettum byggifelti og planeringshædd. Gongugøtur eru millum bústaðareindirnar og felagsøkir. Gøturnar hava samband við verandi gøtuskipan. Ætlanin er eisini at bjóða útstykkingina út til ráðgevarar til projektering.

Tað sigur Levi Mørk, sum eisini sigur seg fegnast um hetta, og at næsta málið má vera at útvega 400 fermetra grundøkir. Hann sigur eisini, at kommunan við at útstykkja í Kollafjørði og í Kaldbak.