Trupulleikin kann íkoma, tá tú keypir eitthvørt á netinum og skal rinda fyri keypi við gjaldskorti. Tá kann tú verða biðin um at tøppa inn títt 3D Secure loynital. Tey allarflestu hava einki 3D Secure loynital og kunnu tí ikki fara víðari í keypinum.
Eitt 3D Secure loynital skal stovnast á títt gjaldskort sum ein eyka trygd fyri keyparan. Tað er gjørt til tess at forða fyri misnýtslu av gjaldskortinum. Nakrir nethandlar eru longu skrásettir á skipanini og sambært peningastovnunum, verða allir danskir nethandlar í skipanini frá 1. januar 2017.
Fyri at fáa eit 3D Secure loynital, skal tú seta teg í samband við tín peningarstovn. Tey knýta títt telefonnummar at tínum gjaldskorti. Um tú eftirfylgjandi verða spurdur eftir einum 3D secure loynitali tá tú keypir á onkrum nethandli, fær tú eitt sms sendandi, ið inniheldur eitt loynital.