Nýggj trø koma í staðin

- Eg skilji væl, at fólk eru hørm um, at trøini í Steinatúni eru feld, men nýggj trø verða gróðursett í økinum, sigur Birita Wardum, býararkitektur.

Mong vóru hørm, tá aldargamla træið í Steinatúni seinnpartin í gjár varð felt saman við hinum trøunum í økinum.

 

Tórshavnar kommuna er farið undir næsta partin av miðbýarverkætlanini, sum er at umskipa Steinatún nakað. Vegbanin skal breiðkast, so at ferðslan flýtir betri gjøgnum býin, umframt at eitt torg skal gerast millum bussteðgiplássið og bankabygningin.

 

Núverandi parkeringspláss verða fylt upp, so at alt er í somu hædd, og inni í bankabygninginum skulu Kunningarstovan, Apotekið og ein kafe vera. 

 

Men gomlu trøini máttu altso lúta, fyri at geva pláss til at breiðka vegin og geva bussunum ein eyka vegbana.

- Hetta er alt ein partur av ætlanini  at umskipa Steinatún, sum kommunan hevur arbeitt við síðani 2014, sigur Birita Wardum, býararkitektur.

  

Hon sigur, at hon skilir, at fólk harmast um, at gamla træið mátti lúta, men vísir á, at træið var rotið innan og tað var tí ein spurningurin um tíð, áðrenn tað hevði dottið niður.

 

Hon kann tó ugga fólk við, at nýggj trø vera sett upp í býnum.

- Tað er eisini ein partur av verkætlanini at planta nýggj trø og runnar á økinum. Vit keypa stór trø at planta, so teimum ikki tørvar so langa tíð at koma fyri seg, men tað vera í stóran mun øðrvísi trø, enn vit eru von at síggja í býnum, sigur hon. 

 

 

- Tað er ikki tað, at vit ikki ynskja grønt og vøkstur í býarrúminum, men hesi stóðu tíverri skeivt fyri, millum annað í mun til at gera økið atkomuvinarligt, sigur Birita Wardum, býararkitektur.