Nýggj tilbúgvingarstøð fyri 11,5 milliónir

Nú er klárt at fara undir at byggja nýggju tilbúgvingarstøðina í Eysturkommunu, eftir at kommunan í gjár undirskrivaði eina avtalu um byggiarbeiðið. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.


- Býráðið samtykti á seinasta býráðsfundi at fara í holt við byggingina, og í morgun varð sáttmáli undirskrivaður við KBH, El-Teknik og Zacharias Leitisstein, ið áttu lægstu tilboðini uppá ávikavist jørð-, kloakk-, betong-, timbur-, málara- og gólváleggingararbeiði, Zacharias Leitisstein uppá HVS- og ventilatiónsarbeiði, og El-Teknik uppá el-arbeiði, skrivar kommunan.


Kommunan upplýsir, at tilbúgvingarstøðin verður niðan ímóti høvuðsvegnum á gomlu ferjuleguni í Leirvík, verður 600 fermetrar til støddar og samlaði kostnaðurin er mettur at verða 11.499.000 krónur. Um alt gongur eftir ætlan, so verður gongd sett á arbeiðið eftir ársskifti og skal bygningurin verður liðugur síðst í 2018.


Við nýggju støðini, so fær sløkkiliðið munandi betri undirstøðir og fer tað at bera til at samla alla tilbúgvingarútgerðina á eitt stað. Sum nú er, so er útgerðin varðveitt ymsastaðni í Leirvík.