Nýggj telefonbók

1. mars verður nýggja telefonbókin borin út

SAMSKIFTI

Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi við at gera nýggju telefonbókina lidna. Telefonbókin 2003 verður eftir ætlan borin út 1. mars og næstu dagarnar aftaná.
Tað er Teleforlagið, sum er partur av Føroya Tele, ið stendur fyri at samskipa útgávuna, men útgevari er móðirfelagið.
Jens Pauli G. Nolsøe, leiðari fyri Teleforlagið, sigur, at allir fastnetfelagar hjá Føroya Tele og Kall fáa bókina ókeypis. Onnur hava so møguleikan at keypa sær eina fyri hálvtrýss krónur.
Nýggja telefonbókin verður prentað í 33.000 eintøkum. Bókin fer at líkjast teimum undanfarnu við gulum síðum, kortum og øðrum.

Eingin dós
Teir felagar, ið tað ber til at leita fram í nýggju telefonbókini, eru allir fastnetkundarnir í Føroyum og fartelefon kundar hjá Føroya Tele.
Fólkini við dós ? fartelefon kundar hjá Kall ? fáa í hesum umfarinum ikki møguleikan at síggja sítt egna nummar í telefonbókini.
Bjarni A. Bjarnason, stjóri fyri Kall, sigur, at evstamark til at sleppa við í telefonbókina var í desember, og tá vóru teir ikki klárir við teirr nummørum.
Kall er í holt við at gera eina elektroniska telefonbók við teirra nummørum. Hendan verður klár 1. februar, og Bjarni A. Bjarnason upplýsir, at teir fara at lata hesa telefonbók til nummar.fo og finn.fo.