Nýggj teknisk útgerð, hevur samlað støv síðani 1998

Løgmaður Anfinn Kalsberg svaraði í vikuni einum fyrispurningi frá Marjus Dam løgtingsmanni fyri Vágarnar, sum vildi hava at vita hvussu fór at verða við teimum útbyggingum sum steðgaðu upp tá ið hetta landsýri tók við.

 

Edmund Joensen

??????????????????


Løgmaður Anfinn Kalsberg svaraði í vikuni einum fyrispurningi frá Marjus Dam løgtingsmanni fyri Vágarnar, sum vildi hava at vita hvussu fór at verða við teimum útbyggingum sum steðgaðu upp tá ið hetta landsýri tók við. Svarið var sum vanta eitt polittiskt svar sum onki hald var í.

Allir føroyingar vita at loysingarpolitikkurin hjá samgonguni hevur steðga øllum útbyggingum her á landi, sum staturin er uppí. Hetta er eisini galdandi fyri flogvøllin í Vágum.

Fyri stuttum hendi í Milano í Italia ein syrgilig flogvanlukka. Vegna toku sóðu tvey flogfør sum koyrdu á flogbreytini ikki hvørt annað, og hettan gjørdist størsta flogvanlukka í søguni hjá S A S. Øll sum vóru við báðum flogførunum lótu lív.

Undir eftirkanningini av vanlukkuni kom fram, at tann neyðuga radarútgerðin sum skuldi til, fyri at byrgja fyri vanlukkum av hesum slagnum var keypt, men ikki sett upp. Hon lá á goymsluni hjá flogvøllinum og samlaði støv. Sagt var eisini, at tað var ikki mynduleikakrav við slíkum radara, og tí var hann bara keyptur og lagdur á goymsluna, heldur enn at vera settur upp.

Eg kundi ikki lata verað við at hugsa um Vága floghavn, tá ið eg hoyrdi um flogvanlukkuna. Vága floghavn fekk 1998 tekniska útgerð sum skuldu hjálpa flogførum at lenda í ringum líkindum. Hetta arbeiði var klárt at fara undir tá ið hetta landstýrið tók við, fyri skjótt fýra árum síðan. Men tekniska útgerðin liggur helst á sama hátt sum útgerðin í Milano á goymslu og samlar støv, ístaðin fyri at hjálpa okkara flogførum í vánaligum líkindum. Har kemur hon helst at liggja til eitt nýtt landstýri tekur við.