Nýggj útbjóðing góða undirtøku á tingi

Í farnu viku varð orðaskifti á tingi um uppskot til nýggja útbjóðing á landgrunninum. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður er fegin um viðgerðina, sum hann heldur var sera lagalig, skilagóð og realistisk.

2. útbjóðing


?Eg merkti mær, at orðaskiftið hesaferð var meira realistiskt enn undan 1. útbjóðing fyri fýra árum síðani, tá vit ikki tosaðu um, um vit funnu olju men meira um nær. Hesaferð var orðaskiftið meira jarðbundið, og tað er gott og merkir, at fólk eru ikki so euforisk. Fólk ásanna, at vit nú kunnu tosa um eitt langt áramál til vit finna olju. Eg havi tí greiðu fatan, at hetta uppskotið verður samtykt av einum samdum løgtingi. (Lesið um viðgerðina á tingi inni í vanliga blaðnum)