Robert Vilhelmsen, formaður í Bragdinum, greiðir frá nýggju skipanini:
- Vit royndu eina nýggja talgilda skipan, har ið vit skanna nummarið inn, tá ið rennarin kemur á mál, og plasering og tíð verður skrásett. Hetta riggaði sera væl, og hesa skipanina fara vit heilt vist eisini at nýta framyvir til rennikappingar.
- Vit høvdu fýra skannarar, men vit høvdu einans tvær slúsir. Nú vita vit til næstu ferð, at vit skulu hava fýra slúsir, so at vit fáa nýtt allar skannararnar, tí at so gongur tað nógv skjótari. Hóast hetta, gjørdist røðin ongantíð nakað nevnivert lang, so sigast má at nýggja skipanin riggar væl, og hon fer at gera arbeiðið við plasering og tíðum nógv lættari, sigur Robert.
Felagið Treysti hevur ment skipanina saman við Heina Justinusen.