Nýggj tíð skal koma

Dan R. Petersen

Sáttmálin
Vit vita allir, at sáttmálin dagliga verður brotin. Reiðarar nokta konsekvent at gjalda fyri ístøku. Teir nokta at gjalda fyri skipsarbeiði millum túrar og annað mangt. Sitandi formaður noktar fyri, at hetta er eitt problem, og tann, ið ikki sær eitt problem, er ikki førur fyri at loysa hetta. So einfalt er tað. Hvar er rættartrygdin?

Pensjónin
Sjómenn hava landsins harðasta og vandamiklasta arbeiði og slítast skjótari enn øll onnur. Hóast tað so hava somu menn landsins minstu pensjón. Hetta er onki minni enn ein katastrofa og skandala. Og tað er ikki TV2 ella myndugleikarnir, sum hava skyldina av hesum. Ábyrgdin kann bara plaserast eitt stað, og tað er hjá fráfarandi formanni. Hesi viðurskiftir skulu broytast í stundini.

Avrokning
Tað eru heilt greiðar reglur fyri, nær avroknast skal. Men hesar reglur verða ikki virdar. Ísfiskamenn bíða í vikur, og langfaramenn bíða í mánaðir eftir avrokning. Frá formansins síðu er ongin hjálp at heinta. Klagar maður, kann hann rokna við at verða uppsagdur. Hvar er rættartrygdin? Her skal strammast alvárliga upp.

Arbeiðsumhvørvi
Arbeiðsumhvørvi er eitt ódyrkað øki hjá F. F. sum eg havi víst á, kom kryvjimaskinan 25 ár ov seint, hon skuldi verið komin í 1980, men Óli reisti ikki málið fyrr enn í 2004-5. Tá var eitt ættarlið av sjómonnum niðurslitið óneyðugt. Tað má trýstast fyri at fáa ísmaskinur umborð á øll ísfiskaskip, so menn sleppa frá hesum møðsama arbeiðinum at høgga og lempa ís.
Tað er nakað ússaligt og veikt við einum fakfelagsleiðara, sum reypar sær av, at hansara limir sleppa undan at gera íløgur fyri arbeiðsgevaran. Ein slíkan mann kann mótparturin altíð kroysta. Eg havi heldur ongantíð hoyrt formannin í Føroya Arbeiðarafelag reypa av, at hennara limir sleppa frá at keypa Føroya Fiskavirking flakamaskinur.
Og mann tað vera í tráð við galdandi sáttmála, at teir, sum fyrr noyddu manningina at taka ís uttan løn, trekkja ísin frá avrokningini, nú bátar hava fingið ísmaskinu?
Nógvir batar kunnu gerast alt eftir, hvat skip talan er um. So her skal F. F. gera eitt uppsøkjandi arbeiði.
Bara eitt lítið bagatell fyri reiðaran, hetta, at sjómenn kunnu hoyra útvarpið undir arbeiði, sum allar flakakonur kunnu, er ikki gjøgnumført. Tað hevði aldrin gingið á landi. Men sigur reiðarin nei, so sleppur hann undan, sama hvat sáttmálin sigur. Óli veit av hesum, men hann letst ikki um vón. Hvar er rættartrygdin?

Trygging
Eitt, sum sjómenn altíð klaga um, eru tryggingarviðurskiftir. Her er ikki rætt vorðið. Tí skulu allar tryggingaravtalur endavendast og eftirhyggjast. Sjómenn skulu altíð hava tað, teir hava krav uppá og tað, teir hava goldið fyri.

Sáttmáli
Sjómenn hava uppiborið stabil sáttmálaviðurskiftir, so teir altíð vita, hvar teir flóta. Gølan um sáttmálasvansið við Atlantic Navigator talar fyri seg, og er eitt dømi um, hvussu man ikki skal gera.

Als
Tað er ein sjálvfylgja, at sjómenn koma undir Als. Og her krevst diplomati. Tað gerst ikki við at hegla niður á myndugleikarnar, so teir vísa tær bakið. Frá míni tí í løgtinginum eri eg persónligur vinmaður við flestu tingfólk tvørtur um floksmark, og her liggur mín styrki. Við diplomati og í góðum anda kann málið loysast.

Betri tænasta
Tá ið menn føla seg illa viðfarnar av t. d. trygging og venda sær til felagsformannin, so er standardsvarið: “Far til okkara sakførara, tú fært frían sakførara frá F. F.” so er Óli leysur av trupulleikanum og sjómaðurin skal, kanska illa fyri av skaða ella øðrum breki, sjálvur út at stríðast, kanska í sakarmál. Hetta er ikki nóg gott, tí menn føla seg sleptar upp á fjall. Mítt uppskot er, at F. F. setur ein málsviðgera at taka hond um evnið og um mannin, og tað verður eitt mál hjá F. F. og ikki eitt mál hjá tí illa fyrikomna sjómanninum.

Lógir
Eg ætli eisini at broyta lógirnar hjá F. F. Vit skulu burtur frá uratkvøðum til beinleiðis val á landsfundi, sum kann leggjast tollaksmessudag. Tær manningar, sum tá eru burtur, greiða brævatkvøðu. Skipari, stýrimaður og meistari eru valnevnd. Í hesum elektronisku tíðum er lætt at fáa valúrslit fram. So slepst undan, at sóknarformenn, sum eru stuðlar hjá sitandi formanni, standa og agitera uppi yvir manninum, meðan krossurin verður settur. Valevnir skulu javnstillast og sjálvandi hava somu atgongd til limalistan. Grannskoðari felagsins fyriskipar einsamallur valið, og sitandi formaður skal halda fingrarnar burtur.

Blaðið
Til seinast vil eg hava blaðið broytt, so tað gerst eitt blað fyri sjófólk. Tað er heilt klárt, at sitandi formaður hevur ikki áhuga fyri fiskiskapi, og tað sæst aftur í blaðnum. Tað standa fleiri føroysk fiskarítíðindir í tí íslendska Fiskifrættum og tí norska Fiskaren, enn tað stendur í F. F.- Blaðnum.
Hóast eg havi eina stóra og góða familju, ætli eg ikki at fylla hana í blaðið hjá sjómonnum. Undirhaldslesnaður skal sjálvandi vera, men dentur má leggjast á fiskarí, skip, leiðir, fiskireiðskap, royndir, lívið umborð og alt, ið viðvíkur sjólívinum. F. F.-Blaðið skal gerast til eitt fakblað.

Áheitan
Í sjónvarpinum segði Óli Jacobsen, at tað hevði ikki verið meiningin at stilla upp aftur, men tá ið hann sá alternativið, noyddist hann at bjóða seg fram eina ferð enn.
Lat okkum vísa hesum arroganta manni, hvar skápið skal standa.
Og tit sum enn ikki hava valt: Vælsignan eigi tykkum, krossið seðilin sum skjótast og koyrið hann í postkassan.
Gott nýggjár.