Týsdagin 9. juni byrjar ein nýggj tónleikasending á FM1, ið hevur fingið navnið "Flashback".
Tað eru Sharon Sivertsen og Mona Poulsen sum vera vertir í tónleikasendingini.
Tær fara at spæla tónleik frá 80´unum, 90´unum og 00´unum.
Sendingin verður hvønn týsdag millum klokkan 14 og 15.