Býarbókasavnið í Havn fer í næstum undir at bera bøkur út til lánarar. Í fyrsta umfari verður talan um eitt royndartiltak fyri at vita, hvør tørvurin er Bókaberin er eitt ókeypis tilboð til lánarar, sum vegna rørslubrek ella annað brek ikki hava møguleika at koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey.
Fyri at brúka Bókaberan skal lánarin búgva í Havn, á Velbastað ella í Kirkjubø. Umsóknarblað fæst frá Býarbókasavninum ella kann prentast út frá www.bbs.fo, sigur Býarbókasavnið í tíðindaskrivi.
Tá tú verður meldað/ur til skipanina, kanst tú siga frá, hvat slag av tilfari, tú vilt hava. Bókavørðirnir pakka síðani ein posa við hóskandi bókum, ljóðbókum og bløðum. Bókapakkarnir verða skiftir um hvønn mánað.