Granskarnir siga, at tørvurin á eini skjótari goymsluskipan fer at økjast í framtíðini, har mobilar loysnir, sum hond-teldur og fartelefonir við atongd til Alnetið og kalendara- og teldupostskipanir, fara at hava ein stóran leiklut í tøkniliga samskiftinum.
Stór telduvirki sum IBM, Motorola og Honeywell arbeiða við eini líknandi verkætlan, men Naval granskarnir eru komnir longri enn kappingarneytarnir. Um tað verðuliga letur seg gera, at goyma 20 ferðir so nógv, sum dagsins 60 Gigabyte harðdiskur, er talan um kollveltandi frambrot á økinum.
Goymsla av stórum datamongdum í smáum tólum, eitt nú talgildismyndatólum og hondteldum, er ein av størstu avbjóðingunum hjá KT mennarum. Hetta kemst av at fólk arbeiða alsamt meira við margmiðlatøkni (multimedia) og myndum.
Fyrimunurin við goymsluflísini, frammum vanligu harddiskarnar og magnetbondini, er at magnetiskir komponentum ikki nýtist tíð til at starta upp. So skjótt sum streymurin er settur til tólið, eru upplýsingarnir atkomiligir.
Upplýsningar um granskingarstovnin, Naval Research Laboratory, kunnu fáast við at fara inn á teirra heimasíðu: