Nýggj svimjihøll í Tórshavn

Eg las eina áhugaverda grein hja Elin Lindenskov fyri nøkrum døgum síðan.

 

Heri Ziska

???????????


Eg las eina áhugaverda grein hja Elin Lindenskov fyri nøkrum døgum síðan. Eg vil takka Elin fyri at tora at tosa um iløgur í ítróttar facilitetir. Hetta visur seg at verða eitt evni sum onkursvegna er blivið til ein spurning um ítrótt ella barna ansing, ítrótt ella skular osf. Hetta er sjálvandi ikki so. Eg vil loyva mær at koma við einum hugskotið til Elin og onnur at hugsa um.

Flestu føroyingar sum vóru við til oyggjaleikirnar høvdu á orið hvussu imponerandi ítróttar depilin á Isle of Man var. Har vóru facilitetir fyri allar ítróttargreinar á einum stad har tað fyri 16 árðum síðan einans var ein grasvøllur sum var nýttur sum rennibreyt á fyrstu oyggjaleikunum í 1985.

Kundu Føroyingar ikki gjørt okkurt tílikt? Hvat krevst fyri at tað kann lata seg gera? Hvørjir eru fyrimunirnir?

Fyri at byrja vid tí mest torførða. Hvat krevst? Tað sum krevst er ein góður vilji fra mynduleikunum og ítróttar greinunum í høvuðsstaðnum og sjálvandi ISF. Um Tórshavnar býráð og umboð fyri ítróttargreinarnar í høvuðsstaðnum eiga at stinga høvdini saman og finna útav hvat er dreymurin. Har kundi eg hugsa mær nakað sum umfatar bæði nýggja svimjihøll við 50 m hylið og vatnlandið sum Elin nevnur, ítróttarhøll, høll til fimleikara har amboðini kunna standa frammi árið runt, smærri hallar til t.d. judol, trampolin hoell og sjalvandi atletik facilitetir. Eisini vildi eg fyrisligið at har verða gjørd hølið har áhugaði kunna leiga seg inn til at hava ymisk sløg av venjing, t.d. Aerobics, spinning, styrkivenjing og sólir. Eisini skuldu verði høli sum ein kundi leiga út til ráðstevnur. Hesir facilitetir kunna hjálpa við til at gerða eitt slíkt centur sjálvberandi.

Fyrimunurin við einum slíkum centri er at tað óivað er nógvar ferðir bíligari at reka eitt centur enn 20 ymiskar hallar runt um í býðnum. Harafturat kemur eitt slíkt centur at hava so mikið av vitjan at tað kemur at loysa seg at hava onnur tilboð á staðnum (t.d. matstovu). Eisini kemur eitt slikt centur við tíðini at loysa flestu trupulleikar, sum so at siga allar ítróttargreinar í høvðstaðnum hava. Og,við tað at alt er við í uppruna planleggingini, so vita tær ymiskur ítróttargreinarnar at har er eitt ljós við endan av tunellini. Hetta burdi merkt at tað verður minnið av ágangið á býraði um vantandi umstøður.

Fyri ítróttarfeløgini er tað stak týdningarmikið, at man kann seta seg niður og blíva einigur um eina raðfesting, sum øll kunna ganga við til. Um tað verður ov nógv klandur so er úslitið óiva at onki spyrst burturúr. Og fyri alt í verðini so má framgangsmátin verða, at man fyrst finnur útav hvat man vil, og so ferð í holt við arbeiði. Man sær í Gundadalið hvat hendir um man bert byrjar við at byggja og so hugsar seg um aftaná.

Eg havi sjálvur vant á einum slíkum centri síðani eg flutti til London at arbeiða í eitt ár. Tað er National Sports Centre í Crystal Palace. Har eru allir hasi facilitetir sum eg nevndi og so eisini innandura facilitetir til frælsan ítrótt, eyka kastibani, smáir kunstgrasvøllir til fótbólt (bæði innandura og uttandura), og ein bani til at koyra fjarðstyrdar bilar á. Harafturat er eisini barnaansing har børn verða passaði meðan foreldrini venja. Har er tað ein spurningur um tað ikki er ein møguleiki fyri at gerða okkurt tílikt meira permanent í Tórshavn soleiðis at har verður barnagarður í dagtímunum á staðnum.