Robert var á konsertferð víð Vágakórinum, og stakk inn á gólvið á Skarv, har Ravnsfjallmenn spældu, og í eini spontanari løtu varð Robert lokkaður upp á pallin, har yngri Ravnsfjall lánti honum gittar og mikrofon, og saman spældu Robert og Sámal nøkur løg, m.o. One Night og Sweet Little Sixteen. Hetta riggaði stak væl hjá teimum, og sjálvt um hetta líktiskt byrjanini av einum superbólki, so var ivaleyst bara talan um eina hvørvisjón. Ein myndamaður var í millum áskoðararnar hetta kvøldið, og hevur sent okkum hesa myndina av teimum báðum á palli saman.