Nýggj stjørnukort

Dámar tær betur Jessicu Biel enn Evu Mendes? So kanst tú jú bara býta um.

Biel og Mendes verða nevniliga í næstum at finna á teirra heilt egnu stjørnukortum, sonevnd PopCardz, sum í veruleikanum minna rættiliga nógv um Pokémonkort ? man býtir bara um, so man fær yndisstjørnur sínar.

 

Á PopCardz-kortunum verða upplýsingar sum lívrættir, fobiir og annað at finna. Stjørnur sum Adam Brody, Kristen Bell, Hayden Panettiere, Scarlett Johannson, Giovanni Ribisi og Nick Cannon verða at finna á kortunum.

 

Kortini verða seld í pakkum við fimm stjørnur í hvørjum pakka fyri tríggjar dollarar. Yvirskotið fer m.a. til The Art of Elysium and Multiple Sclerosis Research Center of New York.

 

Til ber at lesa meira um kortini á www.popcardz.com.