Gongst sum ætlað, fáa íslendingar nýggja stjórn næsta vikuskiftið Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Íslandi halda fram. Í gjár hildu leiðslurnar í Samfylkingini og teimum vinstragrønu ein tveir tímar langan fund, har umboðini umrøddu tað, sum ymsir arbeiðsbólkar hava lagt fram.
Morgunblaðið skrivar, at teir báðir flokkarnir miða eftir at skipa stjórn næsta vikuskiftið, men tað er ikki greitt enn, at flokkarnir fara at út um tingmanningarnar at leita eftir fakfólki til ráðharrastørv.
Ein av verandi ráðharrum, vinnumálaráðharrin Gylfi Magnússon, sigur við Mortunblaðið, at hann hevur ikki fingið at vita, um hann verður verandi í stjórnini ella ikki.









