Jóhanna Sigurðardóttir, sum eftir øllum at døma verður forsætisráðharri, segði í gjárkvøldið, at tann nýggja stjórnin verður væntandi klár í morgin ella leygardagin. Í gjárkvøldið samráddust flokkarnir í bólkum um ymisk mál, og samráðingarnar halda fram fyrrapartin.










