Klokkan 16 í dag verður nýggja standmyndin uttan fyri svimjihøllina í Havn avdúkað. Tað er myndlistamaðurin, Hans Pauli Olsen, sum hevur gjrøt standmyndina, ið fær heitið, Svimjigentan.
Talan er um framhald av tí arbeiði, sum er farið fram í høvuðsstaðnum nú í nøkur ár, har listarverk frá føroyskum listarfólkum verða nýtt til at fríðka um ymisk øki í býnum, samstundis sum hetta kann vera við til at menna ta skapandi listina.
Á tiltakinum í dag fer varaborgarstjórin, Jógvan Arge, at flyta fram røðu, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, avdúkar standmyndina.