Tónleikur, røður, ókeypis bilvask, okkurt gott til børnini og hópurin av spennandi smakkiroyndum eru á skránni seinnapartin í morgin, tá nýggja Magnstøðin í Saltangará letur upp.
Støðin letur upp klokkan 14, tá Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu flytur fram røðu. Christian Nagata, nevndarformaður í Magn, sigur eisini nøkur orð. Aftaná spælir Óvita Blues band.
Í sambandi við dagin er ókeypis bilvask allan dagin, og teir fyrstu 100 kundarnir, sum tekna seg til sms-skipanina hjá Magn, fáa ein virðislykil til vaskimaskinuna.
- Eystari armur av Skálafjørðinum er í støðugum vøkstri, vinnulívið blómar og nógv virksemi er í økinum. Vit hava tí bygt hesa støðina, soleiðis at felagið kann verða partur av hesi menning, verður sagt.
Samstundis sum Magnstøðin lýkur øll krøv frá føroysku myndugleikunum, livir støðin upp til tey strongu donsku trygdarkrøvini til bensinstøðir.
Hetta merkir m.a. at brennievnistangar- og rør hava dupultar veggir við sensorum ímillum veggjasíðurnar.