Nýggj høll
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur sæð eitt skitsuprojekt av høllini, sum sær ógvuliga áhugavert út, og væntandi fer at kosta nakrar miljónir krónur at byggja.
Hann sigur, at talan er um eina spennandi byggiætlan, sum verður í eini kombinatión, sum hann tekur til, við verandi ítróttarhøll.
- Vit hava gjørt eina avtalu um møguliga at yvirtaka verandi høll, sum fimleikarfelagið eigur á Glyvrum.
Hvat kommunan kann brúka høllina til, um ætlanin at keypa hana gerst veruleiki, sigur Rodmundur, at tað hevur býráðið ikki tikið støðu til enn.
- Hetta liggur helst eitt sindur frammi í tíðini, sum hann tekur til.
Rodmundur vísir á, at hóast gamla Støkk-høllin er gomul og krevur ábøtur, er hetta hóast alt ein bygningur, sum hevur nakað av virði.
- Nú fara vit líka sum at lata Støkk fóta sær fyrst og soleiðis finna út av, hvussu ein tíðarætlan kemur at síggja út. Tað er greitt, at hetta er ein stór ætlan, sum krevur tíð, orku og fígging.
Borgarstjórin vísir á, at við at keypa gomlu Støkk-høllina, kann Runavíkar kommuna samstundis hjálpa felagnum, sum ger eitt ógvuliga gott arbeiði, í gongd við sínar ætlanir, soleiðis felagið í framtíðini fær betri umstøður at virka undir.